Fiskastykkið
Úti á Bakka 12Sandavágur
Tlf: 250600
Stongt ⋅ Letur upp í dag kl. 11:00
Á FISKASTYKKINUM er eitt sindur fyri øll. Fiskur, grønt og heimabakað breyð. Alt er gjørt frá grundini og við hjartanum. Umframt tað fært tú hvønn dag nýbryggjað kaffi og te og heimabakaðar kakur og dessertir
Alt, sum vit borðreiða við, tekur støði í nærumhvørvinum. Tí, sum okkara forferdrar ótu – tí, ið var fyri hond, og sum havið og hagin kundi bjóða. Men lokala søgan spælir eisini inn: Tá Sandavágur fyri einari øld síðani gjørdist fiskivinnubygd og utflutti klippfisk, sum síðani bleiv tiltikin rávøra í miðalhavslondum. Okkara rættir eru sostatt ein 'fusión' millum staðbundið tilfeingi og altjóða matmentan.